Mest sum øll ozonoyðandi evni, sum verða innflutt til Føroya eru HCFC-22, vanliga kallað "freon-22", ið er eitt kølievni, sum serliga verður brúkt í køliskipanum umborð á eldri fiskiskipum.
Við støðið í upplýsingum frá innflytarum og frá TAKS ger Umhvørvisstovan á hvørjum ári uppgerð fyri nýtslu av ozonoyðandi evnum her á landi. Sí myndina niðanfyri.
Kelda: Virkið, sum innflyta og selja HCFC-22 og TAKS. Seinast dagført: juli 2015.
Bláu stabbarnir vísa innflutning av HCFC-22 til Føroya, meðan reyðu stabbarnir vísa útflutning, tað er sølu til útlendsk skip (tøl ikki tøk fyri 2003-2007).
Í desember 2010 vórðu reglur um ozonoyðandi evni settar í gildið í Føroyum - kunngerðin um ozonoyðandi evni. Árið eftir kom í gildið bann fyri at innflyta nýframleitt HCFC-22 og 1. januar 2015 varð allur innflutningur av HCFC-22 bannaður. Tað er tí ikki longur loyvt at innflyta kølievni HCFC-22.
Fram til 2009, innan nýggju reglurnar vórðu settar í gildið, var stórur innflutningur av HCFC-22, og fleiri mundu keypa inn undir seg innan reglurnar komu.
Eftir at reglurnar komu í gildið, minkaði innflutningurin nógv, helst orsakað av høga kostnaðurin av HCFC-22, og tað, at innflytarar høvdu keypt inn undir seg í 2009. Men eisini tað, at alsamt fleiri skip eru farin frá at brúka R-22, avmarkar innflutningin.
Les meira um ozonoyðandi evni her.
Ynskir tú fleiri upplýsingar um tøl fyri nýtslu av ozonoyðandi evnum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo.